Euroclass vitjar Húsið - ung

Euroclass er ein kristin eftirskúli úr Danmark, sum fer út at ferðast 9 vikur av skúlaárinum, sum partur av skúllagongdini,

Tey koma til Føroyar í 3 vikur. Tey fara at vitja nakrar kirkjur, ungdómsbólkar og skúlar, og vera saman við okkum í okkara umhvørvi. Endamálið við vitjanini er at læra og fáa íblástur av teimum fólkum og feløgum tey vitja, og at  taka lut við at hava framløgur, siga frá onkrari lívssøgu og kanska eisini vísa onkran lítlan sjónleik.

Vit gleða okkum at fáa Euroclass á vitjan, og vit gleða okkum serliga nógv at síggja Elsu og Leivur, sum hava verið á eftirskúlanum síðani skúlin byrjaði aftur.

 

Byrjar:
21.10.2019 - KL. 20:00

Komandi tiltøk

03 mai
2024
Slappa av við Signu
Vit fara at slappa eitt sindur av við onkrum fittligum venjingum, so vit eru klár til vikuskiftið Kom ein túr framvið og chilla við Signu eina løtu
03 mai
2024
VER SAMAN - Kafe
Í dag skipa børnini fyri kafe fyri foreldrum, systkjum, ommum, abbum, gummum, gubbum og øllum øðrum, sum hava hug til okkurt lekkurt úr kafeini. Kafein verður opin fríggjadagin frá kl. 17.00 til 19.00, og hóast matskráin og príslistin ikki er orduliga klárur enn, so kunnu vit avdúka, at her heilt s…
09 mai
2024
Húsið stongt - Kr. Himmalsfaradagur
Húsið er stongt